Gudrid Nolsøe, sum var á byrjunaruppstillingini í fyrsta dystinum, kom eisini væl inn í dystin í gjár, og so má ein ikki gloyma liðskiparan Karin Mikkelsen, sum við síni stríðssál og vinnaravilja bardist fyri at fáa ein sigur heim.
Liberoin Margit G. Joensen hevði eisini góðar móttøkur, men taktikkurin hjá Skotlandi var í gjár at serva á áleypararnar, so hon slapp ikki rættuliga at royna.
Á diagonalinum hevði Birgit Guttesen ein góða byrjan í dystinum, og gjørdi nøkur frálík »kross-álop«, men tað eydnaðist henni ikki rættiliga at fáa back-spikin at rigga í gjár.
Annars kann sigast um føroyska liðið, at tað samanumtikið leikti ein góðan dyst, men framvegis er tað ymist, sum skal betrast til dystin í dag. Serliga eru tað smáfeilir, sum framvegis kosta liðnum stig, og tí verður stórt fokus sett á hetta undan dystinum í dag.
Dysturin í dag verður klokkan 16,00 og verður sendur beinleiðis í Kringvarpinum. Frásøgumaður er Leivur Fredriksen og viðmerkjari er Hans Fróði Jensen.