Ungu flogbóltsmeistararnir

Leygardagin var stóri finaludagurin hjá teimum ungu í flogbólti hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági, har avgerandi dystirnir vóru um føroyameistaraheitini hjá gentum og dreingjum 14 ár, kvinnuunglingum og mansunglingum

FLOGBÓLTUR


Flogbóltsdeildin hjá TB, sum saman við Flogbóltssambandinum skipaði fyri degnum, hevði spílað seg ordiliga út, so talan var um ein rættan finaludag, ið var rættiliga átøkur finaludegnum hjá teimum vaksnu.

Millum annað vóru allir dystirnir spældir á serliga Taraflex-gólvinum hjá Flogbóltssambandinum, og eisini var skipað fyri undirhaldi millum dystirnar, ið vóru millum liðini, sum gjørdust nummar eitt og tvey í kappingini, sum var í Havn leygardagin 28. februar.

Allir spælararnir blivu presenteraðir, tá teir ein og ein runnu inn á vøllin, og eftir hvønn dyst var besti spælari kosin. Somuleiðis vóru lokalir politikarar og stuðlar og handaðu steyp og heiðursmerki eftir hvørja finalu.


Meistararnir

Fyrsta finalan var longu klokkan 10 millum kvinnuunglingarnar hjá Mjølnir og Fleyr, og her vann Fleyr 3-2 í einum spennandi dysti. Besti spælari í hesi finaluni var Rakul D. Jacobsen úr Fleyr.

Síðani spældu KÍF og TB finalu hjá gentum 14 ár, og her vann KÍF somuleiðis við einum fimmsettara, 3-2. Í hesi finaluni var Marin Dimon úr TB kosin besti spælari.

Í finaluni hjá dreingjum 14 ár møttust so Mjølnir og TB, men her gjørdist tað ikki so spennandi, tí TB vann greitt 3-0. Somuleiðis átti TB besta spælaran í hesi finaluni, sum var Poul Ingason.

At enda stóð so finalan hjá mansunglingunum á skránni, og hon var millum SÍ og Fleyr, og her vann SÍ 3-1. Besti spælari í hesi finaluni var Brandur Heinason úr SÍ.