Ungu Føroyar bløða

Hans Pauli Strøm
----

Størsta vandamálið av øllum, ið hóttir okkara framtíð, er tann skeiva gongdin við minkandi barna- og ungdómsættarliðum. Metlágt burðaravlop og áhaldandi stór fráflyting av ungdómi átti at fingið landsins stýri at vakna, men tvørturímóti skumpar politikkurin undir fráflyting og fólkaminking. Vit mugu sum skjótast fáa fakfólk saman at koma landsstýri og løgtingi til hjálpar við góðum ráðum, um hvussu ólukkuliga gongdin kann vendast.

Árliga føðitalið er minkað niður á 575. Tað er útvið 400 minni, enn tá tað var størst í 1966. Tað er nú líka lítið, sum tað var fyri 100 árum síðani, tá eini 18.000 fólk búðu í Føroyum.
Burðaravlopið (fødd minus deyð) er nú komið niður móti 200. Tað vigar bert upp móti helvtini av fráflytingini. Og tað er líka so lágt sum síðst í 1800-talinum, tá eini 15.000 fólk búðu í Føroyum.
Fólkafráflytingin er nú tætt við 400 fólk árliga. Tekin eru um, at tendensurin heldur versnar enn batnar. Fyri 2012 benda fyrstu mánaðir á, at fráflytingin verður uppaftur størri enn í 2011. Samanlagt fáa vit eina fólkafráflyting uppá meir enn 2.000 fólk tilsamans frá 2005 til 2012.
Av hesum orsøkum er fólkatalið farið at minkað. Við árslok kann væntast, at fólkatalið er minkað við uml. 500 fólkum síðani 2008.



Sum sæst á myndini omanfyri eru vit við gongdini hesi seinastu árini í verri støðu enn í 50’- og 60’unum, tá eisini stór fólkaflyting var av landinum. Síðan 2008 er fráflytingin størri, og tað, sum nú ger skaðan dupult stóran, er at burðaravlopið tá lá oman fyri 500, meðan tað nú er komið niður móti einans 200.



At ungu Føroyar bløða sæst av myndini omanfyri: talið av ungum fólkum er minkað, ikki bara av stóra búskaparskrædlinum fyrst í 90-unum, men eisini hesi seinastu árini. Serliga hóttandi er minkingin av ungum kvinnum, ið bláu strikurnar vísa. Hetta eru jú tær, ið skulu bera nýggju ættarliðini av føroyingum í heim. Ein gongd sum henda skapar eina ónda ringrás við støðugt minkandi barnatalið – so av somu orsøk aftur færri ung at veksa upp og seta nýggj ættarlið við.



Tað er ongin nýggjheit, at tað serliga eru tey ungu, ið flyta. Men tað er ógvisligt, at heili 85% av fráflytingini eru ung millum 20-24 ár – og at av fluttu kvinnurnar eru mest sum allar í hesum aldursbólkinum. Myndin avdúkar eisini høvuðsmeinbogan í fráflytingini, har eitt er at so nógv av teim ungu fara – men verri er at so fá koma heimaftur seinni.

Skerjingarkósin skumpar undir fráflytingina
“Á rættari kós” kallar landsstýrið sína búskaparpolitisku ætlan fyri næstu 5 árini. Men hesar eru samtyktu skerjingarnar á nøkrum vælferðarpolitiskum grundskipanum:
Pensjónir, eldrarøkt o.o. almannamál: úr 50 mió í 2013 veksandi til 118 mió í 2017.
Útbúgving, gransking og mentan: úr 9 mió í 2013 veksandi til 57 mió í 2017.
Sjúkrahús, heilsutrygd o.a.: úr 8 mió í 2013 veksandi til 47 mió í 2017.
“Tey bleytu virðini” tilsamans: úr 67 mió í 2013 veksandi til 221 mió í 2017.
Haraftrat koma so aðrar samtyktar skerjingar, sum m.a. minkingin av arbeiðsloysisstuðlinum.

Er nakað givið úrslit av hesum, er tað minkað virksemi í landinum, minkað tal av arbeiðsplássum, ótryggari livikor hjá øllum uttan teim vælbjargaðu, so helst uppaftur fleiri stinga í sekkin og rýma av landinum, samstundis sum tað minkar enn meir um líkindini hjá ungum føroyingum uttanlands at venda heimaftur.

Vandastøðan krevur, at kósin verður sett av nýggjum
Skeiva gongdin við fráflytingini og minkandi barna- og ungdómsættarliðum krevur skjóta og miðvísa politiska handling. Men hvør veit, hvat kann gerast? Teir, íð ráða, tykjast at vera líkaglaðir. Heldur ongin einstakur vísmaður hevur svarið. Men vit eiga fakfólk á øllum viðkomandi økjum, ið saman kunnu greina støðuna og siga landsins stýri og løgtingi, hvat kann og má gerast. Landsins politiska leiðsla eigur tí sum skjótast at seta eina fakliga nevnd at vísa á møguleikarnar til at venda gongdini. Síðani verða tað løgting og landsstýri, sum á breiðum politiskum grundarlagi mugu seta út í kortið av nýggjum og gera tað, ið gerast má, fyri at bjarga fólksins framtíð her í landinum.