Ungt Virkið í SMS

Um vikuskiftið fara næmingar úr Handilsskúlanum í Tórshavn á Torgið í SMS, at vísa teirra boð uppá eitt Ungt Virkið Handilsskúlin í Tórshavn bjóðar aftur í ár fram lærugreinina Unga Virkið. Í hesari lærugreinini fáa ungu fólkini høvið at vita júst hvat skal til, tá ein skal stovna eitt virki. Hetta er ein lærugrein, sum nógv lond kring okkum eisini hava í boði.

Næmingarnir hava umleið seks mánaðir at stovna sítt virki og vísa á eina lidna vøru ella tænastu. Eftir hetta skulu næmingarnir dystast ímóti hvørjum øðrum, og vinnarin skal umboða Føroyar í kappingini um at gerast vinnarin av Ungt Virkið í Danmark.

Leygardagin fellur avgerðin um hvør skal umboða Føroyar í donsku kappingini. Vinnarin fær høvið at dystast ímóti tíggju teimum bestu bólkunum í Danmark, og vinnarin av hesari kappingini fer víðari at dystast ímóti næmingum úr øllum Evropa.

Hósdagin hittast bólkarnir á torginum í SMS. Básar verða settir upp, og loyniligir dómarar skáa verkið hjá teimum ymsu bólkunum. Til ber at síggja avritini í SMS frá hósdegnum til leygardagin.