Ungt Virki (Young Enterprise) hevur verið eitt tilboð til næmingar á støðisárinum á Føroya Handilsskúla síðani skúlaárið 1996/97.
Sonja Oyrabø Petersen byrjaði arbeiðið við Ungt Virki og hevur verið samskipari av kappingum og øðrum YE-tiltøkum øll árini, meðan EIK Banki hevur verið høvuðsstuðul.
Tað hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at ungdómurin fær førleikar í íverksetan. Ungt Virki er við til at skapa motivatión og eldhuga millum næmingarnar og at menna teir bæði fakliga, persónliga og sosialt. Næmingarnir arbeiða við at menna eitt virkishugskot og stovna egi virki. Hetta verður gjørt fyri at vekja teirra áhuga at skapa nakað sjálvstøðugt.
Ungt Virki í Føroyum er partur av Young Enterprise í Danmark, sum er limur í Young Enterprise Europe (YEE), sum er felagsfyrisitingin fyri líknandi verkætlanir í øðrum europeiskum londum. Í 2011 luttóku 3,1 millión næmingar frá 36 londum í tiltøkum, sum YEE skipaði fyri. Líknandi felagsskapir, Junior Achievement, eru í USA og Asiu.
7. mars gjørdist Ungt Virki Føroyar til Young Enterprise Región Føroyar við Súsan Klein Gregoriussen sum økisleiðara.
Á stovnandi fundinum luttóku m. a. Jóhan Dahl vinnumálaráðharri, Christian Vintergaard, stjóri í FFE-YE (Fonden for entrepreneurship og Young Enterprise í Danmark), Beate Boyesen, umboð frá Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum, Vinnuhúsinum, Íverksetarahúsinum, Føroya Handilsskúla, Tekniska Skúla í Klaksvík og Tekniska Skúla í Tórshavn. Heimstaðið hjá Young Enterprise Región Føroyar er Føroya Handilsskúli í Tórshavn.
Í nevndina fyri Young Enterprise Región Føroyar komu
Suni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
Annleyg Lamhauge, blaðstjóri KVINNA
Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í NAVIA
Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í íverksetarahúsinum
Aina L. Knudsen, stjóri á Føroya Handilsskúlai
Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík
Egon Øregård, stjóri á Tekniska Skúla í Tórshavn
Mortan Zachariassen, Mentamálaráðið
Jørgen Meitilberg, Mentamálaráðið
Nevndin skipaði seg við Suna Schwartz Jacobsen sum formanni og Ainu L. Knudsen sum næstformanni.