Ungt Sjálvstýri nýggja nevnd

Formaðurin stillaði ikki upp aftur.

Ungt Sjálvstýri boðar í kvøld frá, at nevndin, sum varð vald á eykaaðalfundinum tann 1. oktober, í kvøld hevur skipað seg.

Nýggja nevnd felagsins sær soleiðis út:

Birgit Sivertsen, forkvinna

Olgar Nielsen, næstformaður

Paulina Kjeld, kassameistari

Victoria Biskopstø

Olgar Steintór Nielsen

 

Eykalimir eru: Ingvar Hansen og Jógvan Bjarni Hjalmarson Juul.

 

Birgit Sivertsen er nýggj forkvinna í Ungt Sjálvstýri. Afturat henni er Olgar Nielsen valdur til næstformann og Paulina Kjeld vald til skrivara. Nevndarlimir eru Olgar Steintór Nielsen og Victoria Biskopstø. Nýggja nevndin gleðir seg at fara til verka, og fer at fylgja tí leisti, sum fráfarandi nevnd hevur lagt. Ungt Sjálvstýri bleiv endurstovnað í juni 2015, og hevur síðani tá arbeitt fyri at tryggja grundleggjandi støðið, sum skal vera undir einum slíkum felagið. Nevndin hevur arbeitt hart fyri at økja um limatalið, at skipa grundleggjandi sjónarmið fyri ungmannafelagið, at vera virkið í samfelagskjakinum og vera virkið í valstríðnum.

 

Fyrrverandi formaðurin Tróndur Ellingsgaard og fyrrverandi skrivarin Fróði Klein valdu ikki at stilla uppaftur.