Ungt par eina millión í klemmu

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur persónliga givið boð um at afturkalla eitt byggiloyvi, ið annars varð útskrivað av kommununi fáar mánaðir frammanundan. Tey vóru bæði fegin og spent, Arngerð Diana Hansen og Jan Joensen

Skjótt skuldu tey seta føtur undir egið borð. Grundstykkið hevði Arngerð fingið frá móðir síni, og fyrst í september í fjør veitti kommunan teimum byggiloyvi. So tað var við góðum treysti, at stykkið beinanvegin varð planerað, og síðani til tað, sum var enn meiri spennandi: At fara út at biða um tilboð upp á húsini.

Um miðan januar var alt so klárt. Tikið var av einum tilboði, og tað sum var enn meiri hugaligt, var, at teimum hevði eydnast at fingið handverkarar at byggja húsini. Og tað er annars ikki bara sum at siga tað í hesum døgum, nú øll vinnan hevur fullar hendur ? bókstaviliga sagt.

Men tey bæði skuldu skjótt sanna, at trøini vaksa ikki inn í himmalin. Tí nú stakk seg knappliga upp ein trupulleiki, ið teimum als ikki so mikið sum var komin til hugs frammanundan.

Hesi ungu eru nú steðgað í byggingini av sínum sethúsum, sum tískil standa har í hálvum gekki ? og húsa starum!

Tað er eyðvitað, at kommunan stendur við ábyrgdini, bæði so og so. Tí sambært matrikuleringslógini, skal kommunan tryggja sær í sambandi vi frámatrikulering av grundøki, at alt fer rætt fram. Í hesum føri hevur kommunan eyðsýniliga ikki gjørt sína skyldu, júst tí eingin atkomuvegur er til grundstykkið - júst ein av orsøkunum til, at kommunan skal vera vi? í eini frámatrikulering.

Í øðrum lagi hevur kommunann útskrivað eitt byggiloyvi uttan at tryggja sær, at alt er í lagi. Fíggjarligu ábyrgdina av hesum eigur kommunan so