Harumframt hava 12 teirra spælt sjey landsdystir ella færri. Av teimum meiri royndu eru tíggju, ið hava spælt fleiri enn tíggju landsdystir. Millum teirra er toppskjúttin í hópinum hesaferð Fróði Benjaminsen. Nú Rógvi Jacobsen ikki er við, er hann tann leikarin, ið hevur fingið bóltin oftast í netið – tríggjar ferðir. Fýra hava skotið tvey mál og hesir eru Christian Lamhauge Holst, Christian Høgni Jacobsen, Jákup á Borg og Súni Olsen.