Ungt mótstøðulið

Venjarin hjá B36 vísti eftir dystin ímóti Olimpi Rustavi millum annað á, at hansara mans vóru ógvuliga ungir og tískil ikki heilt so royndir í altjóða fótbólti.

Hinvegin var mótstøðuliðið hjá B36 ógvuliga ungt. Felagið varð stovnað í 2006, tá FC Tblisi og FC Rustavi løgdu saman. Árið eftir samanleggingina vann felagið meistaraheitið, og síðsta kappingarár tapti felagið steypakappingina.