Ungt listafólk fær gávugóðs

Mánadagin fer Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum at handa ungum listafólki gávugóðs. Handanin, sum er almenn, verður á Setursskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya mánadagin 7. februar klokkan 14.

Grunnur Thorvalds Poulsen letur sambært viðtøkum grunsins gávugóðs, sum tað verður rópt, til ungt listafólk, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.

Tað verður ikki fyrr enn við handanina, at kunngjørt verður, hvør fær gávugóðsið í ár.