Fýra av hesum málum, sum eg ætli mær at arbeiða fyri, tá eg verið valdur í býráðið, er útbúgving, ungdómshús í Tórshavnar kommunu, Musikkskúla og ítróttarhøll á Argjum.
Til dømis standa 2300 ung á bíðilista at sleppa inn á Musikkskúlan. Mítt uppskot er, at tá nú til dømis nýggi skúlin Hoyvík verður bygdur, verða samstundis umstøður gjørdar at hýsa Musikkskúlanum har.
Skúlarnir í Tórshavn standa sum oftast tómir aftan á klokkan 16.00, og hvat hevði verið betur, enn at nýggi skúlin í Hoyvík og nýggi skúlin á Argjum kundu verið fullnýttir allan dagin. Hetta er ein bíligari og meira realistisk loysn, enn at byggja nýggjan Musikkskúla
Í øðrum lagi vil eg virka fyri, at trivnaðurin hjá næmingunum í fólkaskúlanum gerst betur, bæði fyri næmingar og lærarar, og at eingin dettur niðurímillum. Alt ov ofta hoyri eg um ungfólk, sum mistrívast, tí tey verða happað og ikki fáa neyðuga stuðulin at klára seg eins gott og javnaldrarnir.










