Øll tey politisku ungmannafeløgini í Føroyum vilja hava Norðurlandaráðið at viðurkenna føroyska rættin til at drepa grind.
Á fundi í Norðurlendska Ungmannaráðnum, sum verður um vikuskiftið í Reykjavíkar, fara Unga Tjóðveldið, Huxa, Framsøkin Ung, Ung fyri Miðflokkin, Sosialistisk Ung og Unga Sambandið í felag at leggja eitt uppskot um hetta.
- Verður uppskotið samtykt, verður tað lagt fyri Norðurlandaráðið, sum so skal viðgera tað aftur, sigur Regin Winther Poulsen úr Unga Tjóðveldi.
Hoyr samrøðu við at trýsta á pílin undir myndini.