Ungmannafelagið Samband, ið er ungmannafelagið, ið hevur tilknýti til Sambandsflokkin, hevði í gjárkvøldið aðalfund, har millum annað val av nýggjari nevnd var á skránni.
Átta fólk vórðu vald í nevndina, ið skipaði seg á fundinum. Nývald í nevndini eru Petur Zachariasen, Eydna Gleðisheygg, Óli Ejdesgaard, Hans Hjørleivur Magnussen og Sølvi Fossadalsá.
Tað eru annars tey trý valevnini til løgtingsvalið, Anna Falkenberg, Árni Guldborg Nielsen og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, ið manna álitissessirnar í nýggju nevndini.
Árni Guldborg Nielsen er formaður, Anna Falkenberg er næstforkvinna og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum er skrivari.
Hans Hjørleivur Magnussen er valdur til kassameistara, meðan Petur Zachariasen, Eydna Gleðisheygg, Óli Ejdesgaard, Sølvi Fossadalsá og Jonathan Jakobsen eru nevndarlimir.









