Nevndin í Ungmannafelagnum Samband hevur á fundi í gjár skipað seg við Arna Winthereig sum formanni.
Ungmannafelagið Samband hevur fingið nýggja nevnd. Í nevndini sita Arne Winthereig, formaður, Jógvan Dahl, næstformaður, Katrin Hovland Petersen, skrivari, Petur Sigurð Johannesen, kassameistari og Steintóra Joensen, nevndarlimur.
Arne Winthereig varð valdur at umboða felagið í landsnevnd Sambandsfloksin og Jógvan Dahl umboðar felagið í starvsnevnd Sambandsfloksins.
Á fundinum, sum var á Gamla Apoteki, varð eisini tosað um virksemið hjá felagnum í vetur. Nógvar spennandi ætlanir vóru frammi, sum meira verður at frætta frá seinni.