Í samband við at Norrøna Ungmannafelag Føroya hátíðarhalda føroyska flaggdagin við at skipa fyri kaffistovu og fyrilestrum við Hanusi Kamba og Sámal Trónda Finnsson Johansen í Posthúskjallarinum í Havn leygardagin, savna tey eisini til “Meðan vit bíða” hjá Miðlahúsinum, sum er eitt átak, har savnað verður inn til børn í Føroyum, sum liva í fátækraváða.
- Í fjør var kaffi, te og kaka at fáa fyri 20 kr., men í ár gera vit tað soleiðis, at allur peningurin fer óskerdur til átakið “Meðan vit bíða”. Sjálvt um vit ikki er eitt partapolitiskt ungmannafelag, so er eingin ivi um, at vit halda tað er umráðandi, at øll børn í Føroyum hava møguleikan til at fáa eitt gott lív, og at eingin skal liva í fátækradømi, sigur skrivarin í felagnum, Laura Apol.
Norrøna Ungmannafelag Føroya er eitt norðurlendsk ungmannafelag við einum árið á baki. Felagið varð stovnað 8. februar í fjør og hevur til endamáls m.a. at seta fokus á norðurlendska mentan, gera Føroyar meira sjónligar millum ung í Norðurlondum, men eisini at styrkja og betra samstarvið millum ung í teimum norðurlendsku londunum.
- Fólk skulu vera so hjartaliga vælkomin framvið Posthúskjallaranum leygardagin frá kl. 16-18 aftaná skrúðgonguna á Vaglinum til áhugaverdar fyrilestrar og hugnaligum kaffistovupráti.