Ungmannafeløg seta fokus á samkynd

Unga Tjóðveldi, Sosialistisk Ung og Ungmanafelag Sambandfloksins eru samd um, at samkynd skulu hava somu rættindi sum øll onnur, eisini at ættleiða børn. Huxa letur upp til einstaka nevndarlimin at hava sína egnu hugsan um etisk mál

Seinastu tíðina hava ungmannafeløgini hjá trimum av teimum fýra stóru politisku flokkunum verið frammi og sagt sína hugsan um samkynd og teirra rættindi.
Á heimsíðuni hjá Mess hava formenninir í Sosialistisk Ung, Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð, Gunhild Dahl Niclasen í Unga Tjóðveldi og Katrin Hovland Petersen, virkandi formaður í Unga Sambandinum, úttalað seg um rættin hjá samkyndum at ættleiða. Tey eru øll samd um, at samkynd skulu hava somu rættindi sum onnur, hesum viðvíkjandi.
Hinvegin hevur HUXA, politiska ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, ikki viðgjørt málið, og fer neyvan at gera tað heldur.
- Tá tað kemur til tey etisku málini hava vit ta støðu, at tað er upp til hvønn einstakan at hava sína egnu sannføring. Tí hvørki kann ella vil eg úttala meg vegna felagið, sigur Hanus Samróð, formaður í HUXA.
Sosialurin setti teimum fýra formonnunum í ungmannafeløgunum hjá teimum stóru politisku flokkunum stevnu og spurdi, hví kjakið um samkynd og teirra rættindi hevur stungið seg upp beint nú.
- Tað kemst av, at danska Fólkatingið hevur samtykt eina kynsneutrala hjúnarbandslóggeving, so at samkynd og hinkynd pør verða javnsett, sigur Bergur Dalsgarð, ið er tann, ið fyrstur setti fokus á málið.

Ber umrøtt innanhýsis
- Málið kom fram í Mess, og vit mettu tað neyðugt at hava eina greiða støðu til málið, sigur Katrin Petersen, virkandi formaður í Unga Sambandinum.
Eisini Sosialistisk Ung hava viðgjørt málið í nevndini.
- Vit í Unga Tjóðveldi gjørdu eisini skjótt av og viðgjørdu málið beint eftir, at greinin hevði staðið á heimasíðuni hjá Mess. Og vit taka undir við, at samkynd skulu kunna ættleiða, sigur Gunhild Niclasen, formaður í Unga Tjóðveldei.
Einki av teimum trimum politisku ungmannafeløgunum, sum hava viðgjørt hetta málið, hava tó umrøtt hetta við floksleiðslurnar.
- Nei, tað hava vit ikki gjørt, men eg kann siga so mikið, at taka tey ikki undir við okkum í hesum málinum, so má tað verða harvið. Vit hava í hvussu er eina greiða støðu, sigur Katrin Petersen.
Bergur Dalsgarð er samdur við formanninum í Unga Sambandinum.
- Vit hava heldur ikki umrøtt málið við floksleiðsluna, men hóast vit vóna, at hon tekur undir við okkum vil tað altíð verða soleiðis, at vit í Sosialistisk Ung altíð fara at hava okkara egnu meiningar, sigur hann.
Eisini í Unga Tjóðveldi eru tey samd um, at gott hevði verið at tikið málið upp við floksleiðsluna.
- Tað hevði verið eitt gott hugskot at tikið málikð upp við floksleiðsluna, og eg rokni við, at har eru fleiri, sum taka undir við okkum. Tað vóni eg í hvussu er, sigur Gunhild Niclasen.

Skrásett parlag
Hanus Samróð vísir á, at HUXA hevur eitt gott samband og ein góðan dialog við floksleiðsluna, men slær fast, at tá tað kemur til tey etisku málini, stendur øllum frítt at hava sína egnu hugsan.
- Vit skulu jú eisini minnast til, at floksleiðslan stendur við ábyrgd mótvegis einari rúgvu av veljarum, og tað er ein ábyrgd, sum vit ikki hava, vísir Katrin Petersen á.
Og júst tey etisku málini hava eina serliga støðu.
- Tað er eitt rák millum ung, tá tað kemur til tey etisku málini, ikki bert í Føroyum, men kring allan heim, og hetta rákið avspeglar ikki støðuna sum tey eldri, og harvið tey, sum sita við valdinum, hava, sigur Bergur Dalsgarð.
Og ein av brennandi etisku spurningunum er skrásett parlag.
- Eg kann siga, at vit í Unga Tjóðveldi taka undir við skrásettum parlag, sigur Gunhild Niclasen.
Og Bergur Dalsgarð er samdur.
- Hetta er eisini nakað, vit taka undir við, í hvussu er upp á longri sikt. Spurningurin er bara, um vit í Føroyum eru búgvin til at seta eina slíka lóg í verk, og tí er spurningurin eisini, um vit skulu gera tað her og nú, sigur hann.
Og Katrin Petersen tekur undir við teimum báðum.

Neyvan í bræði
Teir fýra formenninir halda tað tó vera ivasamt, um nakað uppskot um samkynd og ættleiðing ella skrásett parlag fer at koma í nærmastu framtíð.
- Tað verður neyvan til tað, men eg vóni, at tá vit í ungmannafeløgunum hava tikið málið upp, fer tað at skapa eitt kjak millum politikarar, og tað er somuleiðis mín vón, at onkur í Tjóðveldi fer at taka undir við okkara sjónarmiðum. Flokkurin er ikki samdur í hesum málinum, so mikið haldi eg meg vita, sigur Gunhild Niclasen.
Bergur Dalsgarð heldur ikki, at tað hevur størstan týdning, at vit taka eina støðu til málið.
- Tað, sum hevur týdning, er, at vit seta fokus á málið og viðurkenna trupulleikan. Lat okkum so fáa fleiri fakta á borðið, so vit kunnu taka eina støðu út frá tí. Við at viðurkenna trupulleikan fáa vit eisini eitt kjak um málið, sigur Bergur Dalsgarð.
Sosialistisk Ung hava ikki tikið støðu til, um tey fara at taka málið upp við floksleiðsluna, men Bergur Dalsgarð heldur, at hetta er eitt mál, ið átti at havt áhuga hjá Javnaðarflokkinum, tí tað hevur eisini við javnstøðu at gera.
Eisini Katrin Petersen er ivasom, tá tað kemur til spurningin at ávirka floksleiðsluna í hesum málinum.
- Vit mugu minnast til og virða, at talan er um eitt eldri ættarlið, við øðrum virðum og aðrari mentan enn hjá okkum ungu. Og eg ivist í, um vit fara at royna at gera okkara ávirkan galdandi í spurninginum um samkynd og ættleiðing og um skrásett parlag, sigur Katrin Petersen.
Øll fýra eru tó samd um, at tey eig at virða rættin hjá teimum eldru at hava ta støðu, tay hava, um enn tey ikki virða sjálva støðunata.
Helst verður eingin broyting í spurninginum um samkynd og ættleiðing og á spurninginum um skrásett parlag, fyrr enn nýggja ættarliðið tekur við, siga teir fýra floksformenninir í politisku ungmannafeløgunum hjá stóru flokkunum.