Leikurin er gjørdur av ungum til ung. Undir leikinum standa tey í Fokus sjálvi fyri ljóð og ljós skifti.
Í seinnu helvt av december 1999 fóru tvær gentur, frá Barnasjónleikarafelagnum ?Dramaverkstaðnum? í Havn, undir ætlanina at stovna ein sjónleikarbólk. Ein teirra var komin fram á tvær lýsingar inni á Internetinum um tvær sera spennandi sjónleikarastevnur í Íslandi og Danmark summarið 2000, og setti seg síðani beinavegin í samband við vinkonu sína. Tann 6. januar var bólkurin stovnaður, og var tá komin uppá fimm leikarar. Høli at venja í skuldi finnast, og tá Dramaverkstaðið í Havn, var bjóða teimun, tóku tey av við gleði. Tá hugskot um evni var komi fram, var fari undir at improvisera seg fram til ein leik. Fyri at fáa tey ymsu improviseraðu brotini tengd saman, var fari undir, saman við Hjørdis Johansen, at seta saman, fylla út og skriva endaliga leikritið. Fikz er fyrsti leikurin bólkurin framførir.
Bólkurin er nú komin undir Havnar Sjónleikarafelag. Í juni og juli fer Fokus so avstað til Íslands og Danmark, har tey skulu framføra leikin.
Sýningar í sjónleikarhúsinum í Havn:
Týsdagin 16.05.00 kl. 20.00
Mikudagin 17.05.00 kl. 20.00
Í Losjuni í Gøtu:
Fríggjadagin 19.05.00 kl. 20.00.










