- Hini ungmannafeløgini tykjast samd um at vera frísinnað á mest sum øllum virðisøkinum. Vit ynskja at halda meira aftur. Tað sigur Hallur av Rana, sum er ein av stigtakarunum at endurstovna ungmannafelagið hjá Miðflokkinum, við Rás2.
Á kjakfundum og øðrum tiltøkum, sum ungmannafeløgni hava skipað fyri, eru sjónarmiðini hjá Miðflokkinum als ikki hoyrd, og tað verður ætlandi broytt nú.
- Tað hevur verið stórur tørvur á ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum. Tað er neyðugt hjá øllum politiskum flokkum at hava eina greiða ungdómsrødd, sigur Hallur av Rana.
Felagið hjá ungdóminum í Miðflokkinum hevur verið óvirkið í nøkur ár, men nú hava Hallur av Rana, Dánjal Mouritsson Joensen og Martin í Grund tikið stig til at endurstovna politiska ungmannafelagið, sum eitur ?Ung fyri Miðflokkin?.
Les eisini?Endurstovna ungmannafelag hjá Miðflokkinum?