Unglingurin var á muni

Heimaliðið vann fulla úrtøku í oyggjauppgerðini á Svangaskarði, tí B68 eigur ein so fram úr góðan 17 ára gamlan álopsspælara

Fótbóltur

 

Hjá teimum, sum hyggja eftir fótbólti á Svangaskarði, er neyðugt at hava gott hjarta! Mikukvøldið vann B68 á heimavølli 3-2 ímóti EB/Streymi, eftir at meistararnir síðstu stóru løtuna høvdu lagt heimaliðið undir støðugt trýst.

Í gjár endurtók søgan seg. Tveir minuttir eftir steðgin legði unglingaspælarin Jóan Símun Edmundsson B68 framum 2-1, tá ið hann tók kjansin og eitt sindur uttanvert brotsteigin smekkaði til. Bólturin tók í ein av verjuspælarunum og snýtti Andras Gango.

Sum 2. hálvleikur leið gekk tað mesta fyri seg á B68 hálvuni. Heimaliðið datt alt longri aftur á vøllin, og spentar støður vóru í báðum endum. Keita, Jóan Símun Edmundsson og Óli Olsen megnaðu nógv hvør fyri seg og saman, tá ið B68 fekk høvi at fara í skjót mótálop. Onkra ferðina var tað tætt við, men Gango bjargaði eina ferð, og eina aðra ferð sendi Keita dygst við síðuna av málinum.

Í hinum endanum gjørdist tað sum frá leið tjúkt við fólki í brotsteiginum. Fuglfirðingar royndu ofta við longum sendingum, sum teir vónaðu, at Bartal Eliasen við høvdinum skuldi senda í málið ella við høvdinum leggja fyri føturnar á Nenad Saric. ÍF hevði møguleikar fyri at javna heimaleiðsluna.

Tann besta fingu teir, tá ið Nenad Saric var farin um koll í brotsteiginum, og dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki. Andy Olsen royndi seg úr ellivu metrum, men Vlada Filipovic tveitti seg og helt bóltinum.

Sum tíðin leið kendist tað sum um, at tað var ov lítið hugflog í ÍF trýstinum. Jóhan Dávur Højgaard og Pól Jóhannes Justinussen í B68 miðverjuni høvdu tak á støðuni, og tí gjørdist tað ikki so vandamikið, sum tað ivaleyst kundi havt verið, um fuglfirðingar høvdu roynt við upppæli í síðunum.

 

Unglingur á muni

Tá ið dómurin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var fagnaðurin millum heimafólkið stórur. 26. apríl tapti B68 3-2 í Fuglafirði. Síðani hava toftamenn spælt níggju dystir, og teir eru hvørja ferð farnir av vøllinum við úrtøku. Stóra úrtøkan hevur borið við sær, at B68 nú – saman við Víkingi – er á silvurplássi.

Nenad Stankovic og Ndende plaga at vera óførir í samanspælinum. Eisini hesa ferð stríddust teir væl, men tað var ikki so lætt hjá teimum, sum tað onkra aðra ferðina hevur verið, tí Sinko og Jovevic vóru ógvuliga tættir í teimum, og harvið gjørdist fótbóltsspælið ikki so skipað, sum tað onkuntíð hevur verið.

Tað kundi kanska farið báðar vegir. At tað kortini varð B68, sum streyk avstað við øllum stigunum komst fyrst og fremst av, at teir í Jóan Símuni Edmundsson eiga ein so einastandandi góðan álopsspælara. 17 ára gamli Jóan Símun – 26. juli verður hann 18 ár – er skjótur og sterkur, hann hevur góðan bóltførleika og gott eyga fyri spælinum, og so sæst tað væl, at hann er fullur í sjálváliti.

Stóripinnur hevði bara verið tríggjar ferðir runt, tá ið Jóan Símun fyrstu ferð hevði verið upp á spæl. Bólturin varð lagdur inn um verjuna, og Jóan Símun sneiddi framvið tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann sendi bóltin í málið.

Eftir málið yvirtók ÍF, og eftir lítið korter javnaðu teir. Dánjal á Lakjuni legði inn fyri úr høgru, og miðvallarin Alexander Jovevic smekkaði bóltin upp undir nettakið.

Stutt eftir steðgin var Jóan Símun aftur upp á spæl, og tað var nóg mikið til, at ÍF, sum hesa ferð hevði Høgna Zachariasen í miðverjuni, varð sent til hús við ongum, og at B68 vann fulla úrtøku og harvið er á silvurkós!