Unglingi setur Christian Høgna í skuggan

Christian Høgni Jacobsen legði bragdliga fyri, tá ið farið varð undir kappingina í næstbestu donsku deildini. AB vann fulla úrtøku, og Christian Høgni skoraði fleiri mál.

Seinastu ferðirnar hevur tað ikki hilnast so væl hjá Christian Høgna, tí hann hevur ikki verið ímillum teir fyrstu ellivu.

Frágreiðingin er, at 17 ára gamli David Boysen hevur vunnið álopsplássið frá Christiani Høgna.

-Vit fluttu hann upp fyri at geva honum betri møguleikar at venja. Men nú hevur hann ment seg so mikið nógv, at hann oftari, enn vit høvdu roknað við, er inni í myndini til pláss millum teir fyrstu ellivu, sigur Michael Schäfer, sum er hjálparvenjari hjá AB, við bold.dk. Og at ungi maðurin er millum teir fyrstu ellivu hevur higartil borið við sær, at Christian Høgni Jacobsen hevur verið noyddur at sita á beinkinum.

Hinir báðir, sum kappast um tey bæði plássini í álopinum, eru Poul Hübertz, sum bæði Atli Danielsen og Jákup Mikkelsen áður hava spælt saman við, og Henrik Lyngsø Olsen, sum áður hevur verið toppskjútti hjá B93.

Seinnapartin í morgin fara Christian Høgni Jacobsen og liðfelagar hansara í AB at vitja í Fredericia.