Unglingarnir spæla í næstu viku

NSÍ og HB unglingarnir skulu spæla finalu á Skála, og finalan í 4. deild verður leygardagin í Sandavági

ENDADYSTIR

Nú er tað greitt, at finalan í unglingadeildini verður á Skála mikudagin í næstu viku klokkan 17.00. Finaluliðini eru HB, sum vann sína hálvfinalu móti B36, og NSÍ, sum eftir brotssparkskapping vann sína hálvfinalu móti KÍ.
Finalan skal sambært ásetingunum spælast á uttanveltaðum vølli, og FSF hevur gjørt av, at hon skal spælast á Skála. Petur Reinert verður dómari. NSÍ liðið verður sammett við liðið, sum hevur spælt seg í finaluna, ikki so lítið skert, tí tveir lyklaspælarar ikki vera við.
Einar Hansen var leikbannaður í hálvfinaluni, og hann verður eisini leikbannaður í finaluni. Páll M. Joensen, sum NSÍ hevur leigað úr HB, fer ikki at spæla við móti barndómsfelagnum.
Dysturin um triðja plássið verður mikudagin klokkan 17 í Leirvík. Hann verður millum KÍ og B36, og tað verður Rúni Gaardbo, sum fer at døma.
Í 4. deild verður finalan nú leygardagin. Hon verður millum MB og HB, hon verður spæld í Sandavági klokkan 15, og tað verður Suni Johansen, sum fer at døma.
Dysturin um triðja plássið verður í Gundadali leygardagin klokkan 11.00. Hann verður millum TB og KÍ, hevur Fótbóltssambandið gjørt av.