Tað er eingin ivi um, at bæði liðini kunnu spæla betur, enn tey gjørdu í finaluni hóskvøldið. Í byrjanini var fjáltur á spælarunum, men fyri HB hjálpti tað nógv, at teir fingu mál longu í fimta minutti, tá Magnus Jacobsen setti eitt brotsspark í netið.
B36 satsaði offensivt frá byrjan, men fyri teir kom tað sera illa við at koma afturum beinanvegin, og hóast teir hvítu høvdu bóltin meir bæði í fyrra og seinna hálvleiki, var langt millum kjansirnar.
Tað vóru eisini nógv fríspørk í dystinum, og tað forðaði eisini fyri, at liðini veruliga fingu glið á spælið. HB vísti í løtum góðar taktir í kontraspælinum, men felags fyri liðini var, at spælið var ov stirvið frameftir.
B36 trýsti víðari í seinna hálvleiki, men tað var HB, sum økti til 2-0, tá Jón Rói Jacobsen eftir kontraálop kundi runda B36-málverjan Poul N. Joensen. Sami Poul var stutt seinni so óheppin at fáa bóltin í andlitið, tá hann fór niður í eina bjarging. Hann bløddi illa, og frá áskoðaraplássunum sá út til, at nøsin var brotin.
Sum heild kann sigast, at B36 hevði yvirvág í spæli, men uttan at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. HB-liðið vísti góðan effektivitet, og í so máta var sigurin uppiborin. Sosialurin ynskir HB-unglingunum hjartaliga tillukku við steypasigrinum.










