Unglingar útvísast eina løtu

Fótbóltssambandið ætlar at royna eina nýggja revsing fyri gul kort í unglingadeildini í fótbólti.

Fær ein spælari eitt gult kort í einum landskappingar- ella steypadysti skal hann av vøllinum í 10 minuttir. Hesa løtuna má liðið hjá honum so klára seg við einum spælara færri á vøllinum. Hetta er ein skipan, sum verður brúkt í øðrum londum, og royndirnar eru góðar. FSF hevur umhugsað at lata hesa skipan galda fyri allar ungdómsdeildir, men feløgini vilja fyrsta royna skipanina í unglingadeildini. Tað gula kortið verður tí ikki skrásett á nakran hátt, men fær ein spælari tvey gul kort í sama dysti, so er tað at rokna sum eitt reytt kort, og so er revsingin útvísing og leikbann.