Unglingar tiknir fyri dráp

Bretska løgreglan hevur tikið tveir 15 ára gamla dreingir, tí illgruni er um, at teir hava beint fyri einari 15 ára gamlari gentu.

Líkið av Rebeccu Aylward varð funnið í einum skógi við bygdina Brigend, sum er nærhendis Cardiff, ið er høvuðsbýur í Wales.

Bretska kringvarpið BBC sigur, at gentan hvarv leygarkvøldið. Hon var farin at vitja nakrar vinir, men kom ongantíð vegin fram.

Í dag tók løgreglan teir báðar 15 ára gomlu dreingirnar, og teir sita nú í varðhaldi.