Tríggir unglingar í Klaksvík tóku í morgun ein bil í Klaksvík. Klokkan var kvart yvir fýra, tá fráboðanin kom – og tað gekk ikki long tíð, áðrenn løgreglan hevði funnið bæði bil og gerningsmenn.
Talan er um tríggjar ungar mans, sum kortini eru eldri enn so, at teir verða revsaðir fyri brot á bæði revsilógina og ferðslulógina, tí eingin teirra hevði aldur at koyra bil, umframt at bilin, sum teir koyrdu, høvdu teir stolið.
Hinvegin sleppur eigarin heldur ikki snikkaleysur. Hann kann fegnast um at fáa bilin aftur í øllum góðum, men hevur samstundis fingið eina bót fyri ikki at tryggja bilin, sum tað eitur. Tað merkir í hesum førinum, at hann fær eina bót, tí hann hevði latið lyklarnar staðið í bilinum.










