Unglingar spæla steypafinalu í kvøld

KÍ og NSÍ hava verið sterkastu unglingaliðini í kappingini higartil í ár. Liðini eru oddalið í unglingadeildini, og í kvøld skulu tey dystast um Thomas Dam Intersport steypið.

 

Nógvir av spælarunum á liðnum hjá NSÍ spæla eisini við 1. deildarliðnum, meðan fleiri av spælarunum hjá KÍ spæla eisini á 1. deildarliðnum hjá felagnum.

 

í kvøld skulu spælararnir so dystast í steypafinaluni, og líkt er til, at liðini eisini koma at stríðast um føroyameistaraheitið fram til oktober mánað, tá unglingakappingin endar.

 

Steypafinalan millum KÍ og NSÍ verður í Leirvík í kvøld kl. 19.30.