Unglingar úr Vágum gera um seg

Tveir úr Sandavági eru best fyri í kappingini um FM í talvi fyri unglingar

Tað er sera tætt og harvið stórur spenningur í FM kappingini í talvi fyri unglingar.

Tveir dreingir úr Sandavági eru undan níggjunda og síðsta umfari javnir í toppinum. Teir eru Ragnar Weihe og Jón í Horni Nielsen.

Teir báðir unglingarnir úr Sandavági hava seks stig í part. Tríggir telvarar eru eitt hálvt stig aftanfyri teir báðar: Luitjen Akselsson Apol, Rógvi Mørkøre og Bjarki Bertholdsen.

 

Í dag vann Jón í Horni Nielsen við svørtum ímóti Luitjen Akselsson Apol, sum undan næstsíðsta umfari var einsamallur á odda. Ragnar Weihe hevði fríumfar og vann harvið eitt stig.

 

Í morgin klokkan 11 sær skráin hjá unglingunum soleiðis út:

Jón í Horni Nielsen-Markus Jacobsen

Ragnar Weihe-Elias Petersen

Rógvi Mørkøre-Bjarki Bertholdsen

Benjamin Reinert Fjallheim-Sún í Horni Nielsen

Flóvin M. Tummasarson-Hanna Jacobsen

Luitjen Akselsson Apol hevur fríumfar og hevur harvið longu tryggjað sær eitt stig í síðsta umfari.

 

Støðan undan síðsta umfari

Ragnar Weihe og Jón í Horni Nielsen 6 stig

Luitjen Akselsson Apol, Rógvi Mørkøre og Bjarki Bertholdsen 5 ½ stig

Benjamin Reinert Fjallheim 5 stig

Súni í Horni Nielsen 4 ½ stig

Flóvin M. Tummasarson 3 ½ stig

Hanna Jacobsen 3 stig

Markus Jacobsen 2 stig

Elias Petersen 1 stig