Unglingar lyftu B36 upp aftur á tindin

KÍ og B36 eru framvegis topplið, meðan AB við ársins fyrsta sigri togaði seg nærri TB og Skála og bjargingini

Tað endaði við 3-1 heimasigri, tá ið B36 í kvøld hevði vitjan av B68. Toftamenn minkaðu um munin í síðstu løtu. B36 málverjin gav mótstøðumonnunum fríspark, tá ið hann ikki slepti bóltinum fyrr enn hann var farin ein hálvan metur fram um brotsteigarmarkið. B68 liðformaðurin, Hákun Edmundsson, sendi við frísparki bóltin framvið manngarðinum og upp í nettakið. Bólturin tók á vegnum í ein B36 spælara, og á dómaraseðlinum er málið skrásett sum sjálvmál.

 

Tað var ongantíð spenningur í, tí Jógvan Skeel Nolsøe setti beinanvegin hol á fyri heimaliðið, og Hannes Agnarsson økti um munin longu í fimta minutti. Hann var ein av fleiri blaðungum B36 spælarum, sum fingu møguleikan í kvøld, nú ein røð av føstu spælarunum eru skaddir. Bjarni Petersen og Pætur Petersen hava longu verið á liðnum nakrar ferðir. Í kvøld royndu umframt Hannes Agnarsson Erlendur Magnusson seg millum teir fyrstu ellivu. Fram ímóti dystarenda komu eisini á vøllin Hugin Samuelsen, Fróði Pætursson Rasmussen og Jóhan Eiler Simonsen.

Róaldur Jakobsen, sum var ein av teimum, ið varð skiftur út, tá ið spurningurin bara var, hvussu stórur heimasigurin fór at verða, skoraði triðja B36 málið eftir innlegg úr vinstru. B36 sigurin var sera kærkomin, nú skaðalistin er so langur, at tað mest sum er eitt heilt lið, sum situr uttanfyri.

 

Við 1-0 sigri á HB í klassikaranum í Klaksvík hevur KÍ sama stigatal sum B36. Málmunurin hjá árstalsfelagnum og tvífalda meistaraliðnum er eitt betri, enn hann er hjá KÍ.

Tað vóru menn úr Klaksvík, sum spældu ímóti HB liði, ið fyri tað mesta var mannað við ungum dreingjum við fáum royndum.

Eftir máleysan fyrra hálvleik skoraði Páll A. Klettskarð sigursmálið, tá ið 25 sekund vóru farin av seinna hálvleiki. Uppspælið átti Jóannes Bjartalíð, sum aftur í dag var heilt eyðsýndur. KÍ hevði fleiri risa møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki. Tí var spenningur í, inntil dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

Hetta var tíggjundi dysturin á rað, at KÍ fór av vøllinum uttan at hava tapt - tvær ferðir í steypakappingini og átta ferðir í landskappingini, har úrtøkan er seks sigrar og tveir javnleikir.

Síðstu minuttirnar spenti HB álopsbogan, og onkra ferðina var tað eftir horna heilt spennandi í KÍ málteiginum.

Hetta var fjórða ferðin á rað, at HB fór av vøllinum í landskappingini uttan at hava vunnið fulla úrtøku. HB er nú á fimta plássi – fimm stig aftanfyri tey bæði toppliðini.

 

Í Gøtu vann Víkingur 3-1 ímóti ÍF. Fuglfirðingar løgdu seg framum beinanvegin. Talan var um Víkinga sjálvmál. Tað skoraði Víkinga miðvallarin Sølvi Vatnhamar. Undan steðginum bæði javnaði hann og legði Víking framum 2-1. Í seinna hálvleiki staðfesti hann 3-1 sigurin og skoraði harvið hattrikk.

Sigurin ber við sær, at Víkingur framvegis bara er eitt stig frá toppliðunum.

 

NSÍ stríddist og pressaði fyri á heimavølli at fáa hol á, men skálamenn vóru treiskir, og verjuspælið hjá teimum var væl skipað. Tveir minuttir undan leikloki eydnaðist tað loksins Klæminti A. Olsen at skora NSÍ sigursmálið. Harvið er NSÍ bara tvey stig frá toppinum.

 

 

Á Argjum eydnaðist tað AB at vinna fyri fyrstu ferð. Úrslitið ímóti TB var 3-2. Í evstu løtu var um reppið, at Albert Adu javnaði fyri TB. AB er saman við B68 framvegis undir strikuni, men nú styttist fram til TB og Skála.

 

KÍ-HB 1-0 (0-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 46.

 

Víkingur-ÍF 3-1 (2-1)

0-1: sjálvmál 1.

1-1: Sølvi Vatnhamar 23.

2-1: Sølvi Vatnhamar 40.

3-1: Sølvi Vatnhamar 55.

 

NSÍ-Skála 1-0 (0-0)

1-0: Klæmint A. Olsen 89.

 

AB-TB 3-2 (2-1)

1-0: Dan í Soylu 36.

2-0: Rasmus Dan Sørensen 41.

2-1: Heini M. Mortensen 43.

3-1: Patrik Johannesen 77.

3-2: Albert Adu 79.

 

B36-B68 3-1 (2-0)

1-0: Jógvan Skeel Nolsøe 1.

2-0: Hannes Agnarsson 5.

3-0: Róaldur Jakobsen 57.

3-1: sjálvmál 93.

 

Støðan

B36 23

KÍ 23

Víkingur 22

NSÍ 21

HB 18

ÍF 14

Skála 9

TB 9

AB 8

B68 4

 

 

Tólvta umfar

Leygardagin 21. mai

Skála-Víkingur

Sunnudagin 22. mai

KÍ-TB

ÍF-B36

B68-AB

HB-NSÍ