Svimjisambandið hevur nú boðað frá, at unglingameistarakappingin í ár verður hildin í Klaksvík í døgunum, 22., 23. og 24. apríl.
Sagt verður,a t talan í ár verður talan um einar 70 svimjarar, sum við hesum fara at leggja seinastu hond á inniverandi kappingarár. Tó so, so hava fleiri av svimjarunum eisini svomið seg til luttøku í FM-kappingini, sum verður fyrst í mai mánaði.
Mong munnu hesaferð vera eitt sindur eyka spent til kappingina, tí flestu UM svimjararnir hava í ár møguleikan at luttaka til Donsku Árgangsmeistarakappingina ið verður í juni í Danmark. Til hetta skulu svimjaranrir tó svimja undir eina ávísa kravtíð, og á tann hátt verður UM í ár brúkt sum eitt slag av barometri fyri, hvussu okkara svimjiungdómur stendur seg í mun tey í Danmark. Hetta er fyrstu ferð at føroysku svimjararnir hava høvi til at luttaka á jøvnum føti við donsku svimjararnar til eitt árgangsmeistaraskap