- Vit hava smakkað okkum fram í langa tíð og nú halda vit, at vit hava sligið seymin á høvdið.
Jákup Berg er næmingur á handilsskúlanum í Havn og har hava tey arbeitt við eini verkætlan, sum tey eru rættiliga spent upp á.
Og í morgin sleppa vit so at royna úrslitið av arbeiðnum, sum Jákup og fleiri onnur ungfólk á Handilsskúlanum í Havn hava stríðst við í langa tíð.
Føroya Handilsskúli hevur eina verkætlan, sum tey nevna Ungt Virki, har næmingarnir skulu gera eitt virki og gera onkra vøru.
Eitt úrslit av hesum er unga virkið, Bravo, og tey hava ment ein nýtt slag av ísi, sum nu verður at fáa til keyps í føroyskum handlum.
Tey eru fýra dreingir í Bravo og teir eru Jákup Berg, Bjartur Vestergaard Hjaltalin, Hjørtur Kárason Justinussen og Hallur Djurhuus.
Hóast úrvalið av ísi í frystidiskunum kring landið er bæði stórt og fjølbroytt, halda hesir fýra vinnuspírarnir, at okkurt manglar og tað er ein rættur luksusísur.
- Tí hava vit ment ein ordiligan luksusís úr allarbestu rávørum. Vit hava brúkt róma frá MBM ístaðin fyri pulvur, sum allarflestu ísar eru gjørdir úr og vit hava bara brúkt fyrsta floks sukurlátu og har eru ongi kemis litevni ella smakkievni í.
Úrslitið er ein kaffiísur, sum vit halda er í serflokki, sigur Jákup Berg úr Bravo.
Ísurin eitur Dolce, sum merkir søtt og annað leskiligt á italskum. Samstundis eru italskur ísur tiltikin til dygd.
Luskus fyri sámuligan prís
Men hóast talan er um ein luksusís, er prísurin sámuligur. Hann verður seldur í eskjum upp á 700 ml og ein slík eskja kostar 34,95 krónur.
- Fyribils hava vit gjørt sløk 500 kilo av ísi og framleiðslan er í bakaríðnum hjá Grón.
Men tað hevur verið ein langur vegur, til tey eru komin so langt.
- Vit hava selt breyð og jólatrø fyri at fáa fígging til verkætlanina. Einasti stuðul, vit hava fingið, er 2000 krónur, sum vit hava fingið frá Eik.
- Ístaðin fyri at biðja um fíggjarligan stuðul til verkætlanina, vildu vit heldur sjálvi vinna pening fyri at útvega neyðugu fíggingina.
- Samstundis hava vit smakkað og roynt okkum fram til vit funnu heilt rætta smakkin.
Fyrstu ferð, ísurin verður til sølu, verður á sølustevnu í SMS í morgin, fríggjadagin og leygardagin, har bólkarnir, sum eru við í Ungu Virki, vísa tað fram, tey hava at bjóða.
- Annars hava vit bara fingið tær allarbestu afturmeldingar frá teimum, sum hava roynt ísin og tí ætla vit at fáa hann seldan í handlum kring landið, sigur Jákup Berg.
Á søluframsýningini í SMS verður eisini annað áhugavert, eitt nú myndir úr, eitt serligt slag av juice, abarbusúpan, grýtuundirløg og annað.
Men tað eru eisini bólkar av Kambsdali, úr Klaksvík og ein bólkur úr Finlandi, sum eisini hava sínar vørur, sigur ungi vinnuspírin úr Bravo.










