Jákup Bernhard Brim Joensen og Høgni Olsen kalla seg Berny & Høgni, tá ið teir undirhalda, og í kvøld ber til at hoyra teir báðar ungu menninar undirhalda í Hvonn Live. Teir hava áður gjørt stand-up til smærri og størri tiltøk, og eitt nú vóru teir við í stóru hallarkabarettini á norðoyastevnu í summar.
Nú kunnu teir upplivast í miðbýnum í Havn, og teir hava millum annað ein nýggjan sang um politisku støðuna í landinum á skránni í kvøld.
Hvonn Live er radiosending, sum verður send av Hvonn í Havn. Hvonn Live er á skránni í kvøld kl. 20.00. Fólk eru væl komin á Hvonn at fylgja sendingini, og annars ber eisini til at hoyra sendingina á Rás2.