Ungir tjóvar koyrdu á sjógv

Tríggir dreingir í aldrinum 15 til 16 ár sluppu ógvuliga væl frá einum ferðsluóhappi við byrgingina í Haraldssundi fríggjanáttina, tá stolni bilurin endaði á blámanum

 

Fríggjanáttina nakað eftir midnátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein vørubilur varð stolin í Klaksvík. Tað gekk striltið at finna bilin, tí hann varð ikki funnin fyrr enn leygardagin klokkan 17.30.

Tá lá hann á botninum í Haraldssundi. Fólk høvdu varnast, at kúfangarn av einum bili lá á vegnum, og tí varð farið at leita har. Dreingirnir høvdu koyrt norðureftir móti byrgingini, men førarin klárar ikki at sneiða til vinstru inn á sjálva byrgingina, og tí fer bilurin beina leið á sjógv.

Teir tríggir sleppa heilskapaðir úr bilinum og svimja uppá land. Síðani leggja teir leiðina aftur til Klaksvíkar, og á heimleiðini royna teir at bróta inn í ein buss, sum stóð við neystini á Strond. Tað eydnast teimum tó ikki at sleppa avstað við tí lítla bussinum.

Løgreglan hevur avhoyrt tann eina av dreingjunum, og hann hevur viðgingið brotsgerðina. Teir hava brotið lógina í fleiri førum. At koyra uttan koyrikort, stuldur av bilinum og ikki at hava boðað frá einum ferðsluóhappi.

Bilurin hevur fingið stóran skaða, tí hann hevur ligið í havinum í fleiri tímar. Bilurin hevur eisini aðrar skaðar. Ein froskmaður varð sendur niður at kann bilin, áðrenn ein kranabilur tók hann upp. Eitt líknandi mál var seinasta vikuskiftið, tá ein bilur fór á sjógv á Borðoyarvík, og eingin boðaði frá tilburðinum.