Elias og Dánial eru ávíkavist 14 og 13 ára gamlir. Teir vísa okkum inn í eitt høli í kjallaranum í skúlanum.
- Her sær ikki so gott út beint nú, men hetta er so okkara tónleikarúm, siga báðir við ein munn og hava hug at flenna eitt sindur.
Inni í rúminum standa eitt keyboard, ein elektriskur gittari, ein kassagittari og ein urga. Eisini stendur eitt stereoannlegg á einum borði og ein rúgva av fløgum liggja rundan um. Elias tekur ein stól og setur seg við gittaranum, meðan Dánial setur seg við urguna. Dánial byrjar at spæla sálmalagið Nærri mín Guð til tín, meðan Elias situr og hyggur at. Tað liggur sera væl fyri hjá Dániali at spæla upp á urguna, og hann hyggur konsentreraður niður á føturnir, meðan hann spælir lagið. Dánial venur upp á urguna, tí tað hevur verið upp á tal, at hann møguliga kann fara at loysa av í Svínoyar kirkju, um tað kann gerast neyðugt. Tí venur hann so gott sum bara sálmaløg fyri tíðina.
Tá hann er liðugur við lagið, byrja báðir at spæla eitt annað lag saman. Tað sást væl á teimum, at teir eru vanir við at spæla saman, og at teir hugna sær við tí.
Dánial sigur, at hann byrjaði at spæla klaver, tá hann var um tíggju ára gamal. Hann spældi hjá Stamen Stanchev. Og tað var hesin sami, sum heitti á Dánial um at koma at spæla og syngja til eitt tiltak, har peningur varð savnaður til Kosovo. Tá sang Dánial Mín ketta dansar tango.
Elias byrjaði at spæla gittar, tá hann var 11 ára gamal. Hann gekk á musikkskúlanum í Havn, har denturin varð lagdur á at spæla klassiskt eftir nótum. Men tað tímdi hann ikki so væl og gavst. Glið kom kortini á aftur gittarspælið, tá hann lærdi seg at spæla til onkra góða fløgu ella sangir við grepum til. Hann sigur, at hann roynir at læra seg sjálvan.
- Eg veit ikki, hvussu tað gongur, men mær dámar væl at spæla gittar, sigur hann.
Í Havn spældu dreingirnir eisini upp á trummur, men onki trummusett er í Svínoy, og tað eru teir harmir um.
Men so hinvegin gevur tað teimum møguleika til at menna seg sjálvar innan klaver og gittar.
Ítrivskjallari
Hølið, sum vit eru stødd í, er í kjallaranum í skúlanum. Umframt hetta tónleikahølið er eitt annað høli eisini, sum verður nýtt til ítriv. Í løtuni arbeiða børnini við slípa horn inni har. Maskinurnar til hetta eru frá hornavirkinum, sum var í Svínoy fyri nøkrum árum síðani. Tey slípa ymiskar lutir sum til dømis lyklatyssi og hálsbond. Tað dámar teimum sera væl, og tey fegnast um at hava møguleika fyri at gera ymiskt kreativt, tá tey sjálvi hava hug.
Foreldrini, Rakul og Ásmundur fegnast eisini um, at børnini hava møguleika til at fáast við ymisk ítriv í Svínoy, og at tey hava eini høli til tað. Avmarkaðu møguleikarnir fyri frítíðarítrivunum hjá børnunum kunnu eisini síggjast sum ein góður møguleiki hjá teimum at finna útav, hvat tey veruliga hava áhuga fyri við tað, at tey í Svínoy fáast nógv við tey ítrivini, sum eru.
Teimum dámar væl at lurta eftir tónleiki og Dánial plagar at dansa "break" eisini. So hóast tað ikki eru nógv ítróttarlig ítriv í Svínoy, so keða børnini seg so avgjørt ikki har. Og tey hava ov mikið at takast við nú tann møguliga so drúgvi veturin stendur fyri durum.











