Ungir tónleikarar í Grasagarði

tíðindaskriv

Árliga Pop-Top kappingin millum ungar tónleikarar verður hildin í Grasagarði í Havn leygardagin

Leygardagin 15. mai kl. 15.00 spæla orkestur og solistar, sum hava vant allan veturin í Skansastovu, Margarinfabrikkini og aðrastaðni, til ta árligu Pop-top kappingina, sum eins og undanfarin ár er skipað í samarbeiði við Mjólkavirki Búnaðamanna.
Orkestrini eru: Paradox, Toxic, Jákup Eli Joensen, The Story Ends o. fl. o.
Konsertin bjóðar fram eina ørgrynnu av góðum tónleiki. Orkestrini umboða eitt breitt øki av tí rútmiska tónleikinum. Her er blues, rock, heavy metal og friðarligar balladur, og fleiri ókend stílsløg. Eins og hini árini hava fleiri bólkar verið ídnir til at skriva egin løg og egnar tekstir, sum eisini eru eitt eyðkenni fyri bólkar, ið hava nógva orku og góðan vilja at koma fram.
Tað verður ikki lætt at finna vinnaran í POP-TOP kappingini í ár, tí bólkarnir eru sera javnir og spæla sera væl. Sum eina eyka gularót, sleppur vinnarin at framføra á ólavsøkukonsertini, og hetta málið í sjálvum sær man vera ein risa-stór avbjóðing hjá ungu tónleikarunum.
Síðani 1988 hevur Pop-Top konsertin verið eitt forum, har ungir tónleikarar hava havt møguleika at royna seg yvir fyri einum stórum áhoyraraskara. Ikki so fá av orkestrunum og tónleikarunum, sum hava spælt á POP-TOP konsertini, hava vit sæð á Ólavsøku-konsertini og millum tey bestu til Prix Føroyar, t.d. Mark no Limints, Clickhaze, Tangz, Teiur Lassen og Brandur Enni.
Uppgávuna at velja vinnaran hava tríggir dómarar, sum allir hava drúgvar royndir innan rútmiskan tónleik, og tá kappingar-luttakararnir eru lidnir at spæla, undirheldur sangarin og gittar-leikarin Ronnie Poulsen, meðan øll bíða eftir avgerðini hjá dómarunum.
Felagið Tónaungdómur, sum skipar fyri øllum tiltakinum, fer í ár á mangan hátt at royna at lyfta konsertina upp á eitt hægri støði. T.d. verða ljóðviðurskiftini og pallurin betri, og sjálv konsertin verður tvinnað saman av frásøgumanninum Eyðfinni Steensen. Harafturat verður ein sølubásur á staðnum, har áhoyrararnir kunnu keypa okkurt at leska seg við.