Ungir svimjarar til Belgia
Í hesi vikuni verður Em fyri ungdómssvimjarar í Antverpen í Belgia og har vera seks føroyskir svimjarar við. Tríggir eru úr Suðuroyar Svimjifelag, tveir úr Fuglafjarðar Svimjifelag og ein úr Havnar Svimjifelagið
Úr Suðuroyar Svimjifelag fara Pál Joensen, Mona Simonsen og Danjal Martin Hoffgaard við til Belgia. Úr felagnum í Fuglafirði er svimjararnir Kári J. á Høvdanum og Elspa Mørkøre og úr Havnar Svimjifelag er Guðrun H. Jacobsen við í ferðalagnum, siga svimjarnarnir í tíðindaskrivi.
Ferðalagið fer úr Føroyum í dag, mánadagin, og kappast verður mikudagin, hósdagin, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Svimjararnir verða aftur í Føroyum mánakvøldið.