Ungir strúkarar úr Íslandi

Leygardagin og sunnudagin fer eitt strúkiorkestur frá Tónlistaskúlanum í Kópavogi at hava konsert í Klaksvík og í Havn


Strúkiorkestrið hjá Tónlistaskúlanum í Kópavogi er mannað við 12 ungum tónlistafólkum í aldrinum 13 ? 16 ár. Eisini eru 2 gentur við, 19 og 22 ára gamlar, sum spæla floytu í eini konsert av Vivaldi saman við strúkarum og cembalo.
               Tónleikurin hesi ungu úr Íslandi hava at bjóða er fjølbroyttur. Fyrst spæla tey nakað fyri violin og klaver, síðani cello og klaver og nøkur stykkir fyri strúkiorkestur, eitt nú The Toy Symphony av Leopold Mozart, har nakrir av næmingum frá Klaksvíkar Tónlistaskúla luttaka við at spæla ?leikutøj?. Tey spæla Carmen suituna av Bizet og enda við Vivaldi.
               Fyrra konsertin verður í Christianskirkjuni klokkan 16 leygardagin, og sunnudagin klokkan 16.00 spæla tey í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Har spæla tey eisini nøkur stykkir saman við strúkiorkestrinum hjá Tórshavnar Musikkskúla, sum fyri stuttum hava havt eina væleydnaða konsert undir leiðslu av Bernhard Wilkinson.
               Kópavogur og Klaksvík eru vinarbýir, og er hetta aðru ferð, at eitt orkestur haðani vitjar Klaksvíkina.