120 børn og ung úr norðurlondum og Litava koma til Klaksvíkar á barnasjónleikarastevnu, sum hevur fingið heitið Klakkur. Stevnan verður um mánaðarskiftið
120 børn og ung og 40 vaksin verða við á barnasjónleikarstevnuni í Klaksvík. Talan verður um fimm sjónleikarabólkar úr útlondum og fimm úr Føroyum
Børnini fáa holla vegleiðing í leiki, og skipað verður fyri verkstovum. Eisini verða leikirnir eftirmettir og góða ráð verða givin eftir hvønn leik.
Leikirnir verða framførdir ókeypis í Badmintonhøllinin, og verður meir at frætta um hesar seinni.
Flestu luttakararnir koma til Klaksvíkar 29. juni, og mikudagin 1. juli verður ein størri skrúðgonga, har høvi verður at heilsa uppá teir mongu geastirnar.
- Fyrireikarnir til norðurlendsku barnasjónleikarastevnu, sum eru MáF og Klaksvíkar Sjónleikarafelag, halda, at Klaksvík er sera væl egnað við hópin av møguleikum. Eisini eftir leik, tá ið gestirnir skulu hava høvi at hyggja seg um í býnum, í fjøllunum og á sjónum, siga fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi.










