Ungir rithøvundar úr Hvalba

Næmingarnir í fimta flokki í Hvalbiar Skúla hava í hesum skúlaárinum sjálvi gjørt eina bók, og í gjár fingu børnini bókina handaða

Nógv verður tosað um, at tað er umráðandi at gera undirvísingina í fólkaskúlan fjøltáttaða, so at børnini ikki missa hugin at læra. Ein háttur at gera undirvísingina meiri fjøltáttaða er, at arbeitt verður tvørtur um lærugreinar. Í fimta flokki í Hvalbiar Skúla hevur í seinastuni verið arbeitt saman í føroyskum og søgu, og burtur úr tí samstarvinum er ein bók komin, ið kallast "fimti á ferð".

Skuldu skapa eitt samfelag
Mikudagin vóru næmingarnir úr skúlaflokkinum í Hvalba í Havn eftir bókini, og vit hittu tey inni á gólvinum hjá ReproZ, sum hevur sett bókina upp, og har fingu vit orðið á tveir av næmingunum, Rógva og Gunnvá. Tá ið vit spurdu tey, hvussu hugskotið til bókina kom, vóru tey skjót at svara: - Vit høvdu søgu einaferð í heyst, og har fingu vit eina uppgávu um, at vit sjálvi skuldu gera eina grundlóg fyri okkara egna samfelag, ið skuldi verða á eini oyggj. Síðani kom føroyskt eisini uppí, og vit skuldu skriva eitt sindur um lívið á oynni, greiða teir báðir næmingarnir frá.
Tá ið vi t høvdu arbeitt eitt sindur við uppgávuni, kom onkur við hugskotinum um at gera tað til eina bók, men tað var ikki meiningin, at tað skuldi gevast út á nakran hátt. Ætlanin var bara, at vit skuldu skriva søgurnar, og so printa tær út á pappírið, sum vit so sjálvi heftu saman til bók, ið vit sjálvi kundu eiga, siga Rógvi og Gunnvá.

Ein kapittul hvør
Mannagongdin í arbeiðinum var tann, at lærararnir gjørdu inngangin til bókina, og síðani vóru yvirskriftir settar á tey einstøku kapitullini. Tá ið bókin soleiðis var deild upp í kapittul, bleiv kastað lut millum næmingarnar, so at tey fingu eitt tilvildarligt kapittul í part.
Eftir at føroysktlærararin hjá fimta flokki hevði skrivað fyrsta kapittul, hevði næmingurin, ið skuldi skriva annan kapittul, eina viku til at skriva sín part. Soleiðis var hildið fram, til bókin var liðugt skrivað. Tey bæði, Rógvi og Gunnvá, halda tað verða sera spennandi at arbeiða á henda hátt, og tey høvdu fegin roynt tað einaferð afturat.

Rógvi fekk hugskotið til útgávuna
Sum áðurnevnt var ætlanin bert at prenta bókina út á pappír, og ongantíð var tosað um at geva hana út á nakran hátt. Men ein av næmingunum, Rógvi, helt tó, at tað hevði verið stuttligt at fingið bókina setta upp og prentaða av serkønum fólki, soleiðis at talan gjørdist um eina veruliga bókaútgávu. - Eg kenni Eyðun, sum arbeiðir á ReproZ, og tí spurdi eg hann, um tað hevði borið til at fingið bókina útgivna, og hvussu nógv tað hevði kostað. ReproZ sendi okkum síðani eitt tilboð, og vit tóku av, greiðir Rógvi frá.
Tey bæði, Rógvi og Gunnvá, eru eins og allir hinir floksfelagarnir ikki sørt errin av nýggju bókini, og hóast tað ikki var serliga hugaligt at sigla til Havnar mikumorgunin, so eru tey fegin um at standa við bókini í hondini í hølunum hjá ReproZ við Grønlandsvegin í Havn, og hvør veit, kanska er hetta spírin til nøkur nýggj stjørnuskot í føroyska rithøvundaheiminum.
Mánadagin fara næmingarnir í fimta flokki í Hvalbiar Skúla at vísa bókina fram fyri skúlafeløgunum í heimbygdini. Bókin, ið er 47 blaðsíður, er prentað í 500 eintøkum og kostar 100 krónur. Hon fæst við at venda sær til Hvalbiar Skúla.