Nýtt skip
Línuskipið Strandingur hevur fingið nýggjar eigarar – og nýtt navn, og høvuðsmaðurin aftanfyri keypið er Háldan Haldansen.
Strandingur eitur nú Vesturhavið og teir, sum eiga skipið aftrat Háldani, eru Knút Høgagarð, sum er skipari og Olaf Højgaard, sum er stýrimaður.
Knút og Olaf eru báðir toftamenn.
Keypt felagið
Eingin almenn móttøka var fyri Vesturhavinum, tá skipið legði til bryggju í Vestmanna, men kortini var fitt av fólki og tók ímóti.
Gomlu eigararnir við Sofusi í Selvindi á odda høvdu heitt á Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmann um at siga nøkur orð, tá skipið kom á Vestmanna.
Tórbjørn helt eina mergjaða røðu umborð á skipinum, og vit hava skilt úr Vestmanna, at løgtingsmaðurin tosaði bæði fyri gomlu eigarar – men eisini fyri teir nýggju.
Nýggjur útbúnaður
Saman við Knúti og Olafi, sum eiga ein lutfalsliga minni part í felagnum, hevur Háldan keypt alt felagið, P/F Strandingur.
- Vit hava nú broytt navnið á felagnum, sum nú er P/F HKO, ið eru forbókstavirnir hjá nýggju eigarunum.
Háldan vil ikki siga, hvussu nógv teir hava keypt Stranding fyri og vísir á, at tey tøl, sum hava verið frammi, bert eru gitingar.
- Í seinastuni hevur skipið ligið á Skála og Hulki á Strondum. Onkrar smærri umvælingar eru framdar umborð, eins og skipið hevur fingið nýggja egningarmaskinu.
Hann sigur, at Vesturhavið eisini hevur fingið íslendsku skipanina, sum verður rópt Line-Tech.
- Hetta er ein skipan, sum flestu línuskip hava í dag. Skipanin ger tað møguligt at regulera trýstið og ferðina, tá drigið verður, hon telir fiskarnar á línuni, og hon sigur okkum eisini, hvussu maskinan egnir, tá sett verður.
Háldan sigur, at Line-Tech skipanin ger, at tú betur kanst fylgja við veiðini.
Flestu eru við
Háldan Haldansen sigur, at nýggju eigararnir bjóðaðu manningini, sum var við Strandingi, at halda fram, og flestu tóku av.
- Skipið kom sum nevnt á Vestmanna fríggjakvøldið og loysti longu aftur til nýggjan túr dagin eftir. Hendan túrin eru bæði Knút og Olaf við, sigur reiðarin.