Ungir menn framdu herverkið á Sandi

Løgreglan sigur í kvøld, at tveir ungir menn, 16-17 ára gamlir, eru avhoyrdir í samband við herverkið á løgreglubilin á Sandi.

Í gjárkvøldið varð herverk framt á ein løgreglubil á Sandi, har allir rútarnir uttan forrúturin vórðu knústir.

 

 

Tað upplýsti vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í dag fyri in.fo.

 

 

Lagt varð aftrat, at herverkið er farið fram eftir klokkan 19 í gjárkvøldið, tá bilurin stóð uttan fyri politistøðina á Sandi.

 

 

Í kvøld sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, at tveir ungir menn, 16-17 ára gamlir, eru avhoyrdir í samband við herverkið.

 

 

Spurdur, um ungu menninir hava játtað seg sekar, sigur vakthavandi, at tað hava teir partvís gjørt.

 

 

Løgreglan er tí sannførd um, at tey hava fatur í teimum, sum framdu herverkið á løgreglubilin á Sandi.