Tað er ikki óvanligt longur, at fólk verða álopin í býnum í Havn, og í so máta var sunnunáttin einki undantak.
Løgreglan í Havn sigur, at tveir ungir menn, sum vórðu álopnir í gongugøtuni í Havn, endaðu á skaðastovuni, og løgreglan metir, at talan er um harðskap, og at eitt harðskapsmál fer at spyrjast burtur úr hesum.
- Ungu menninir eru kannaðir á skaðastovuni og koma seinni heim higar til avhoyringar um, hvat hendi teimum í býnum, sigur løgreglan sum heldur, at alt týðir uppá, at hetta verður eitt harðskapsmál.