Ungir menn drekka oftast orkudrykkir

Størsti parturin av føroyingum drekka als ikki orkudrykkir

Fólkaheilsuráðið hevur greinað tølini um matvanar hjá føroyingum úr stóru fólkaheilsukanningini frá 2019 “Hvussu hevur tú tað?”, har heili 3000 vaksnir føroyingar tóku lut.

Í kanningini verður spurt, um fólk drekka orkudrykkir.

93,5 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey ongantíð ella sjáldan drekka orkudrykkir.

1 prosent segði seg drekka orkudrykk dagliga, 2,3 prosent søgdu, at tey drekka orkudrykk 1-4 ferðir um vikuna.

Tá ið hugt nærri eftir, hvørjir aldursbólkar drekka orkudrykkir, vísir tað seg, at tað eru serliga menn í aldrinum 18-29 ár, sum drekka orkudrykkir. 6 prosent av teimum drekka orkudrykk dagliga, imeðan 16 prosent drekka orkudrykk 1-4 ferðir um vikuna. Kvinnurnar í sama aldri drekka munandi minni av orkudrykki.