Tað er ikki bara í Vági, at tað glógvarí teimum ungu fótbóltsspælarunum og har eitt miðvíst ungdómsarbeiði egvur góð úrslit.
Hóast tað gekk so illa sum tað kundi hjá besta mansliðnum í fótbólti hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti, eydnaðist tað TB at vinna heiðursmerki í teimum yngru deildunum.
Sostatt blivu smápiltarnir hjá TB føroyameistarar í ár, umframt at teir vunnu AB kappingina og kappingina um Arnfinn steypið, sum Royn skipar fyri.
Samstundis eydnaðist tað piltunum hjás TB at vinna silvur í FM- kappingini.