Ungir leikarar við stýrisvølin

- Vit hava mist nakrar týðandi leikarar, tí kann rutinan blíva ein trupulleiki hjá okkum í ár. Eg trúgvi tó, at okkara ungu leikarar kunnu føra Kyndil til enn eitt meistaraheitið.

Hetta sigur Jónleif Sólsker, sum er nýggjur venjari hjá Kyndli. Jónleif hevur verið millum bestu leikararnar í Føroyum í nógv ár, men nú hevur hann valt at fara út um vøllin at stýra besta mansliði hjá Kyndli.
 - Hetta dámar mær væl. Eg havi roynt tað fyrr, so tað er ikki endiliga nakað nýtt fyri meg. Eg eri spentur til uppgávuna, sum eg havi átikið mær, og haldi tað vera eina stóra avbjóðing at standa á odda fyri liðnum hjá Kyndli.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skjóta spælið skal varðveitast
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Stóru styrkirnar hjá Kyndli síðstu árini hava verið ein sterk og kontant verja og skjótt álopsspæl. Hetta ætlar Jónleif at halda fast um, men hann ásannar, at hetta kann gerast truplari hjá Kyndli í ár, enn tað hevur verið undanfarin ár.
 - Tað hevur altíð sermerkt Kyndil, at teir hava eina góða verju og skjótt álopsspæl. Hetta ætla vit sjálvandi at halda fram við, men tað fer at gerast meir trupult í ár. Vit hava mist fleiri leikarar, og millum annað Høgni Klein hevur spælt ein stóran leiklut í okkara álopsspæli. Har skulu vit finna ein nýggjan spælstýrara at taka yvir eftir Høgna.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ungu leikararnir skulu taka av møguleikanum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Kyndil hevur ikki bara mist Høgna Klein. Teir hava eisini mist Marius Joensen, Josef Abrahamsen og Jóhan Danielsen, sum allir vóru týðandi partur av kyndilsliðnum, sum vann meistaraheitið síðsta kappingarár. Jónleif heldur hetta sjálvandi vera ein stóran miss hjá Kyndli, men hann sigur, at ungir leikarar standa klárir at taka yvir.
 - Høgni Klein verður vónandi aftur til endaspælið, men inntil tá mugu yngri leikarar stýra okkara álopsspæli. Hjalti, Rókur og Hanus eru tríggir leikarir, sum veruliga skulu standa sína roynd í ár. Hetta síggi eg tó ikki sum ein stóran trupulleika, tí eg trúgvi fult og fast upp á teirra evni á vøllinum.
Hann leggur afturat, at tað kann gerast trupult hjá unga liðnum at byrja við, men tað hevur stóran týdning, at teir ikki fáa eina alt ov vánaliga byrjan.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kyndil er ikki favorittur
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Flest øll hava Kyndil sum stóran favorit at endurvinna meistaraheitið. Hetta er Jónleif ikki heilt samdur í.
 - Eg dugi ikki at síggja, hví Kyndil skal vera favorittur. Vit vunnu meistaraheitið síðst, men vit hava mist nógv fólk síðani tá. Eg vænti, at kappingin verður hørð ímillum liðini í ár, og at tað eru fleiri lið, sum kunnu vinna meistaraheitið. Vit, VÍF og StÍF eru kanska størstu favorittarnir, men bæði KÍF og Neistin kunnu lættliga taka øll á bóli í ár.