Ungir Kyndilsmenn bjóða seg væl til

Kyndil styrkir seg innanhýsis við ungum og spennandi leikarum

 

Steypavinnararnir úr Kyndli hava skift venjara til hetta kappingarárið. Julian Johansen takkaði fyri seg eftir farna kappingarár, og nýggjur venjari er Martin Lellek úr Danmark.

Hann hevur havt hópin til venjingar í einar tveir mánaðar, og hann er spentur at fara undir fyrsta kappingarárið í føroyskum hondbólti.

 

 

Nýggi venjarin letur væl at hópinum. Bulurin er hin sami, sum vann steypakappingina í fjør, tó uttan Eirik Simonsen, ið er farin at spæla í donsku fyrstu deild. Harafturat verður David Edvardsen ikki við til kappingarbyrjan, men væntast at leggjast afturat hópinum einaferð í oktober.

 

 

 - Eg haldi vit hava eitt gott lið, sigur Martin Lellek, og greiðir frá at hann er serliga glaður fyri teir mongu ungu leikararnar, ið bjóða seg væl fram, og nevnir Bartal Klein Olsen, Jóna G. Viderø, Tórð Guttesen og John í Innistovu, sum leikarar, ið skulu taka ábyrgd í ár.

 

 

Eisini leggur venjarin dent á at leikararnir hava sera ymsar førleikar, og at hetta gevur liðnum nógvar streingir at spæla upp á.

Tí er venjarin eisini avgjørdur um, at liðið ætlar sær at verja steypasigurin og í fyrsta lagi at koma í hálvfinalurnar í landskappingini.

 

 

Avgerandi fyri at hetta skal eydnast er, at liðið fær hækkað botnstøðið hjá sær, greiðir venjarin frá. Hann vísir á, at liðið ov ofta missur tamarhaldið á dystinum í løtum, men at arbeitt verður uppá at bøta hetta.

-Vit leggja stóran dent á sálarliga venjing í løtuni, og tosa nógv um støðurnar í dystunum, og hvussu vit kunnu sleppa undan teimum løtunum har vit missa nógv mál í stutta tíð, sigur Martin Lellek at enda.

 

Kyndil spælir fyrsta dystin sunnudagin klokkan 16.00 í Høllini á Hálsi, tá ið Team Klaksvík kemur á vitjan