Í farnu viku vóru fleiri ungir føroyskir kvøðarar á einari norðurlendskari fólkadansistevnu í Mosfelsbær í Íslandi.
Talan er um sonevnda tiltakið "Barnlek", sum er á skránni triðja hvørt ár. Í 2017 verður "Barnlek" í Klaksvík.
Rasmus Joensen, umboðsmaður fyri "Sláið Ring", sum var við á ferðini heldur, at tey ungu lærdu nógv um dansirnar hjá hinum, og fingu samstundis eisini lært ungfólki úr øðrum norðurlondum um tann føroyska dansin.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu, sum var gjørd við Rasmus Joensen á flogvøllinum í Keflavík í farnu viku.
(Mynd: sr.fo)










