Ungir klaksvíkingar leingja

KÍ hevr skrivað nýggjan 2-ára sáttmála við tveir av yngru spælarunum á besta mansliðnum

 

Norðlýsið veit í dag at siga, at KÍ hevur skrivað nýggjan sáttmála við teir báðar, Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen, sum eru ávíkavist 19 og 17 ára gamlir.

 

Teir báðir hava veruliga gjørt um seg á besta mansliðnum hjá KÍ í ár, har teir báðir eru við í kappingini um miðvallarplássini.