Teir ymisku heiðrarnir í føroyskum fótbólti 2019 verða handaðir í kvøld á árliga Fótbóltsgalla, sum Miðlahúsið og FM í samstarvið við FSF skipa fyri.
Júst nú er handað í bólkinum "Ársins ungi leikari", har føroyameistararnir úr KÍ fóru avstað við báðum tveimum - Jákup B. Andreasen á manssíðuni og Sanna Svarvadal á kvinnusíðuni.
Hini tilnevndu vóru Petur Knudsen (NSÍ), Adrian Justinussen (HB), Birita Ryan (KÍ) og Jensa Tórsólvsdóttir (ÍF/Víkingur/B68).
##med2##