Í dag vitjaðu næmingar úr Hvalbiar Skúla á Hamragarði í Vági.
Ungu hvalbinganir sungu fyri teim eldru á Hamragaði, og síðani sluppu næmingarnir at royna at framleiða sleikisneisir, og at smakka heimagjørd bomm ella drops, sum sagt verður í Suðuroynni.
Ungu næmingarnir í 4. flokki í Hvalbiar Skúla hugnaðu sær saman við teimum eldru á Hamragarði seinnapartin í dag, meðan næmingar úr 6. og 7. flokki úr Hvalbiar Skúla fóru at svimja í Vági, fyri síðani at vitja Hamragarð og skúlafelagarnar. Og framkomnir fingu teir høvi at royna framleiddu sleikisneisirnar, og væl smakkaði.
Talan var bert um eina stutta vitjan í Vági, men væl var hon eydnað, og bæði yngri og eldri hugnaðu sær seinnapartin í dag á Hamragarði í Vági.










