HB hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at felagið hevur gjørt nýggjar tvey ára sáttmálar við Rasmus Nolsøe og Rókur á Fløtum Jespersen.
Sagt verður, at hetta er ein liður í framhaldandi arbeiðinum í at tryggja og styrkja um fyrstudeildarhópin í felagnum.
Felagið hevur annars síðani kappingarlok sagt farvæl til Rógva Jacobsen, Heðin á Lakjuni og Símun Eliasen. Einki er at ivast í, at hesir báðir eru stórir missir fyri liðið, men júst Rasmus og Rókur munnu vera tveir av teimum leikarum, sum fleiri av viðhaldsfólkunum rokna við, kunnu koma inn og fylla plássini hjá teimum báðum seinast nevndu.